Heilsuprógv fyri sjófólk/bláa bók

Heilsuváttan til sjófólk

Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna

Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.

 

 

 

Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:

- Brillur

- Linsur og linsuvatn

- Landroynd

- Pening 800 kr.

- Sjófarsbók, um tú eigur eina

Vit gera eisini eina kropsliga kanning og máta hædd og vekt.

 

Ein heilsuváttan til sjófólk er í mesta lagi galdandi í 2 ár. Tað kunnu vera viðurskifti, sum gera, at heilsuváttanin er galdandi í eitt styttri tíðarskeið.

Heilsuváttanin kann brúkast, um tú siglir undir føroyskum, donskum ella grønlendskum flaggi.