Koppseting móti HPV verður boði børnum og ungum frá 12 ára aldur.
Børn millum 12 og 14 ár skulu hava 2 vaccinur, við uml. 6 mánaðum millumbili.
Børn 15 og eldri skulu hava 3 vaccinur, har tað eru 1 máni millum fyrstu og næstu vaccinu og 3 mánaðir til tað síðstu.
Gentur og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.
Kvinnur og menn, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1. januar 2006 til 31. desember 2007, kunnu verða koppsett
ókeypis móti humant papillomavirus HPV í tíðarskeiðnum 1. oktober 2025 til 31. desember 2026.