Bløðrubruni

Um tú heldur teg hava bløðrubruna, kanst tú koma til viðtaluna við eini landroynd í tíðarbilinum 12:30-13:30.

So kunnu vit kanna landroyndina.

 

Læknin avgerð:

um man skal bíða og hyggja hvussu gongst,

um man verður settur í viðgerð beinanvegin,

um landroyndin skal sendast út á Landssjúkrahúsið at kannast nærri. 

 

Vanliga ganga eini 5-6 gerandisdagar áðrenn vit fáa svar frá Landssjúkrahúsinum. Tú kanst seta teg í samband við okkum og spyrja um svarið er komið.