Tá ið tú skal uttanlands, verða koppsetingar tilmældar í summum førum.
Um tú ynskir at koma í viðtaluna at fáa koppsetingarnar, kanst tú bíleggja eina viðtalu, so vit saman kunna gera eina koppsetingarætlan. Bílegg eina viðtalu í góðari tíð, helst 2 mánaðar áðrenn tú skalt avstað.
At hava við til koppsetingarætlanina:
300,- kr í reiðum peningi og upplýsingar um hvørjar koppsetingar tú hevur fingið tey seinastu 10 árini.
Læknin skrivar tær reseptir uppá koppingarevnini, ið tú keypir á apotekinum. Síðani fær tú nýggja viðtalutíð at fáa koppsetingarnar.
At hava við til koppsetingina:
100,- kr í reiðum peningi fyri hvørja einstaka koppseting og koppingarevnið, sum tú longu hevur keypt á apotekinum.
Tú kanst kunna teg um koppsetingar á hesum heimasíðunum:
www.ssi.dk