Tíðindi

Læknavaktin fer ikki longur at sita á Landssjúkrahúsinum í vakttíð. 

Hósdagin 1. juni 2023 fara kommunulæknarnir  ikki longur at sita Landssjúkrahúsinum í vakttíð

Framyvir fara kommunulæknarnir at lýsa við, hvør hevur vakt og nær.

Læknavaktin veitir læknahjálp í samband við brádliga íkomna fysiska ella psykiska sjúku, óhapp ella annað sum krevur viðgerð í vakttíðini. Læknavaktin veitir ikki hjálp fyri heilsutrupuleikar sum kunnu bíða og loysast av kommunulækna í dagtíð. Um tú heldur teg hava álvarsligan heilsutrupuleika, sum ikki kann bíða til vaktlæknin er tøk: Ring 112.

Telefonnummarið á vakthavandi lækna sæst her: https://laeger.dk//læknavakt