Ynskir tú kanning fyri bløðrubruna, so kanst tú koma til viðtaluna við eini landroynd ímillum kl 08:00-15:30
(tó er steðgur ímillum kl. 09:30-10:00 og kl. 12:00-13:00)
Fyri at umvera dálkan, so er ynskiligt at man keypir og brúkar eitt sterilt landglas frá apotekinum, og at man ikki brúkar brúkt íløt heimanifrá.
Landið verður síðani kannað, og so verður avgjørt um tað skal dyrkast.
Verður landi sett til dyrkan her, so kemur svar vanliga eftir 3-5 dagar.